- Soleiðis kenna vit Pál

Tað sigur Jón Bjarnason, sum letur væl at innleiðandi svimjingini hjá Páli Joensen í morgin. Pál er í finaluni í 1.500 metra frí í HM kappingini í Barcelona. Hann gjørdist fimmt bestur í innleiðandi svimjingini.

 

-       Hann gjørdi akkurát tað, sum eg væntaði at hann fór at gera, sigur ein fegin Jón Bjarnason og leggurt afturat.

 

-       Soleiðis kenna vit Pál. Vónandi hevur hann tikið ábyrgd fyri síni egnu svimjing, tí hatta var tað gamli Pál, sigur fyrrverandi venjari hjá Páli.

 

Pál Joensen var væl við allan teinin. Eitt skifti vendir hann á fyrsta plássinum, men hevur so hug at dragna.

 

-       Eg veit ikki hví hann fellur eftir 1000 metrar, men hann vísur, at hann hevur orku at svimja inn á hinar móti endanum. Helst hevur hann ikki følt, at tað var neyðugt at svimja so skjótt tá, sigur Jón Bjarnason.

 

 

Pál Joensen skal í finaluni svimja á geil 2. Her kemur hann at ligga undir liðini á Connor Jaeger og Michael McBroom, sum báðir ætla sær heiðursmerki. Hetta er ein fyrimunur fyri Pál, metir Jón Bjarnason.

 

-       Pál kom í finaluna uttan at brúka ov nógva orku og liggur væl fyri millum tveir mans, ið ætla sær at vinna heiðursmerki, men leggur afturat.

 

-       Men tað krevur, at Pál er sinnaður at kempa. At stríðast fyri sínum møguleika og ikki hugsa so nógv um teknikk og alt annað, sum fólk royna at fortelja honum, sigur fyrrverandi venjarin hjá honum at enda.

 

Finalan í 1.500 metra frí verður í annaðkvøld um 18 tíðina.