Soleiðis tryggjar tú tær bátapláss á Toftum

- Vit hava fingið nógvar bátatilmeldingar, men enn eru nøkur pláss eftir, siga tey, sum skipa fyri bátafestivali á Toftum leygardagin.

Tað er stórur áhugi fyri bátafestivalinum, sum verður á Toftum leygardagin, 6. mai, sum er leygardagin komandi.

 

- Umráðandi er hjá bátaeigarum, sum kundu hugsað sær at verið við, at tryggja sær eitt bátapláss undir festivalinum.

 

Tað siga tey á Toftum í dag.

 

- Aftur í ár er eitt talgilt tilmeldingarskjal, ið skal útfyllast. Leinkjan til skjalið er - https://l.facebook.com/l.php?u=https%3A%2F%2Fforms.office.com 

 

Á Toftum siga tey, at seinasta freist at tryggja sær eitt bátapláss er mikudagin hin 3. mai, sum er í morgin.

 

- Vit gleða okkum at síggja nógvar manningar og bátar á Toftum, siga fyriskipararnir av bátafestivalinum, sum samstundis er ársins fyrsta bátastevna.