Mikudagin, 15. juni, fer stjórin í Útnorðurgrunninum, Bjartur Nolsøe, at greiða frá um lánimøguleikar.
Tiltakið, sum verður í Miðlatúni í Vági, byrjar klokkan 13.
Virksemið hjá Útnorðurgrunninum er at læna pengar út til fyritøkur í Føroyum og í Grønlandi.
- Eftir stutta framløgu er møgleiki at fáa eitt prát við Bjarta Nolsøe um lánimøguleikar í grunninum.
Í Vági siga tey, at tiltakið er ætlað íverksetarum, smáum og miðalstórum fyritøkum.
- Øll eru hjartaliga vælkomin, verður lagt aftrat.