Á jólum verða komfýrar og ovnar brúktir, sum ongantíð fyrr í árinum, og vit brenna ongantíð so nógv stearinljós, sum á jólum. Tað hevur ein serligan vanda fyri eldsbruna við sær og tí krevur hendan tíðin eitt heilt serligt varsemi, bæði í køkini, í stovuni, og í húsunum, sum heild.
Nú koma so Brunaeftirlitið og leiðararnir fyri sløkkiliðini við eini felags áheitan á fólk um at ansa eftir, og samstundis hava tey fimm góð ráð um, hvussu vit kunnu tryggja okkum betur ímóti, at eldur kemur í.
Fyrr í ár tosaðu vit eisini við Heina Østerø, brandmeistara í Havn og hann hevði eisini eini góð ráð. Hann sigur, at tá ið kleynur vera kókaðar, ella annar matur verður gjørdur, verður ofta nógv feitt brúkt. Tá eru hyggjuráðini at hava grýtur og pannur, sum eitt gott lok er til, so at tað er skjótt at fáa lok á, skuldi eldur komið í. Yvirhøvur er tað altíð snilt, bara at brúka grýtur og pannur til feitt, sum góð lok eru til – og at hava lokið við hondina.
Her eru annars tey fimm, góðu ráðini um, hvussu vit kunnu fyribyrgja, at eldur kemur í.
##med2##












