Soleiðis hevur Taliban tikið valdið í Afganistan

Síðani USA boðaði frá afturtøku av herfólki sínum í Afganistan hevur Taliban javnt og samt tikið valdið í stórum pørtum av landinum

Uppreistrarfólk frá Taliban hava í dag tikið partar av afganska høvuðsstaðnum, Kabul, og samráðast við afgansku stjórnina um at taka yvir valdið í landinum.

 

Her kanst tú lesa um, hvussu tann islamistiska hernaðarrørslan upp á stutta tíð hevur lagt stórar partar av landinum undir seg.

 

* 14. apríl 2021: Joe Biden, forseti, boðar frá, at USA fer at taka herfólk síni úr Afganistan í seinasta lagi 11. september í ár.

 

* 4. mai: Taliban fer í hernað í móti stjórnarherinum í Hermand-landslutinum í syðra parti av landinum.

 

* 22. juni: Tey seinastu donsku herfólkini fara úr Afganistan.

 

* 2. juli: Amerikanskar herdeildir taka seg úr herstøðini Bagran ein tíma úr Kabul.

 

* 21. juli: Sambært einum amerikonskum herovasta hevur Talliban nú valdið á helminginum av landinum.

 

* 6. august: Taliban tekur yvir valdið í landspartahøvuðsstaðnum Zaranj í syðra partinum av Afganistan. Í døgum eftir eisini fleiri øðrum landspørtum, millum annað Kunduz í norðrara parti av lainum.

 

* 13. august: Taliban tekur validð í fýra landspartahøvuðsstøðum, millum annað Kandahar, sum er landsins næststørsti býur.

 

* 14. august: Býurin Mazar-i-Sharif í norðrara parti av Afganistan fellur í hendurnar á Taleban.

 

* 15. august: Taleban hevur nú valdið í Afganistan, Jalalabad. Samstundis upplýsir afganska innanríkisráðið, at Taliban er farið at treingja seg inn í Kabul frá øllum síðum.

 

/ritzau/