Í løtuni eru 119 fólk í Føroyum smittað við covid-19. Hetta er hægsta tal, síðani útbrotið eftir ólavsøku í fjør.
Heimasíðan corona.fo ger upp hagtøl fyri smittuna, og teirra tøl vísa, at í løtuni er mest smitta í Suðurstreymoy og í Norðoyggjum. 95 fólk eru smittað í Suðurstreymoy og 45 í Norðoyggjum. Hinvegin eru bert 3 smittað í Suðuroy og Sandoy tilsamans.
Yvirlitið fyri alt 2021 vísir, at júst Suðuroy og Sandoy hava havt nógv fæst tilburðir av covid-19. Sandoyggin hevur havt 2 og Suðuroyggin 6. Niðanfyri sæst, hvussu covid-19 hevur rakt kring landið í 2021.
Covid-19 tilburðir í 2021
Norðoyggjar: 37
Eysturoy: 35
Norðstreymoy: 36
Suðurstreymoy: 115
Vágar: 26
Sandoy: 2
Suðuroy: 6
Útlendingar: 24
(Kelda: Corona.fo)