Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen og konan, Rakul, fara í ár at halda jólaaftan saman við familjuni hjá løgmanni.
- Jólaaftan verður hildin saman við mínari familju hjá systir míni í Havn. Síðan konan og eg fingu børn, hava vit annaðhvørt ár hildið jólaaftan saman við familjuni hjá konuni - og annaðhvørt ár saman við mínari familju.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at tað er familjan, sum telur um jólini, og tískil halda tey eini familjukær jól, sum hann tekur til.
- Síðan vit fingu børn, hava vit hildið 2. jóladag saman við einum vinapari. Nú børnini eru vorðin vaksin, eru tey við, sum kunnu verða við. So, eg kann siga, at okkara jól eru vanabundin, sigur hann.
Øll árini, síðan Bárður og Rakul komu saman, hava tey jólaaftansmorgun eisini verið saman við familjuni hjá konuni til ein góðan morgunmat.
Løgmaður hevur eisini onkrar almennar uppgávur jólaaftan. Klokkan 11 verður farið í Herbergið at vitja, og klokkan 20 jólaaftanskvøld verður vitjað í KFUK.
Bárður á Steig Nielsen heldur, at jólini og nýggjárið eru ein fantastisk og hugnalig tíð - ja, hetta er besta og hugnaligasta tíðin av árinum.
- Mær hevur altíð dámt væl hesa tíðina, sum eg haldi er sera hugnalig, og jólini í ár verða eisini nakað serligt, tí hetta verða míni fyrstu jól sum abbi.
Hann sigur, at síðan hann og konan gjørdust abbi og omma í summar, hevur tað verið fantastiskt at sæð og verið um lítla gentubarnið í heiminum í Vestmanna.
- Vit hava eina íbúð í húsunum hjá okkum, og tað er her, at foreldur og barn búgva, sigur hann.
Í Vestmanna verður nógv gjørt burtur úr nýggjárinum við lýsandi blikkum og fýrverki.
- Mær hevur altíð dámt væl nýggjárið í Vestmanna. Í fleiri ár hevur tað verið ein partur av gamlaárskvøldi, at vit her hjá okkum kóka ræst kjøt og súpan í einari gassgrýtu í bilhúsinum. Síðan plaga fólk í báðum familjunum at koma at eta, og hetta hevur altíð verið sera hugnaligt.
Hjúnini trívast væl í Vestmanna, og Rakul hevur trivist frá fyrsta degi, sum løgmaður tekur til.
Bárður á Steig Nielsen vísir á, at hetta er eisini ein tíð, har nýggjársrøðan skal fyrireikast og gerast klár.
- Hetta er ein fólkslig røða, sum helst skal sita og lesast væl, áðrenn hon verður borin fram í beinleiðis sending á nýggjárinum.
Løgmaður sigur, at í fjør varð nýggjársrøðan fyri fyrstu ferð lisin beinleiðis í SvF.
- Eg haldi, at tað, at røðan nú verður lisin beinleiðis í SvF, ger tað eyka spennandi og livandi, sigur hann.
Í politiska meldrinum, sum er í løtuni, gevur løgmaður sær stundir til at tosa um onnur ting enn politikk, og nú jólini nærkast, og vit eisini nærkast einum ársskifti, heilsar hann øllum føroyingum og ynskir øllum Føroya fólki eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.