Soleiðis heldur Fía Selma jól

- Jólini hava stóran týdning fyri meg. Serliga er tað nærveran og friðurin jóladag, sum eru nakað serligt, sigur Fía Selma Nielsen.

Hvar verða jólini hildin?

 

- Jólini verða hildin í Sandavági, men vit fara eisini at vitja verfamiljuna.

 

Tað sigur Fía Selma Nielsen.

 

Hon vísir á, at seinnapartin í dag verður farið í kirkju, áðrenn døgurðin verður etin heima hjá hennara foreldrum í kvøld.

 

- Jóladag eru vit, tey vaksnu, ofta í kirkju tvær ferðir. Í Sandavági er siðvenja, at tá vit koma úr kirkjuni jólakvøld, hava nógv sett eina vatnrætta linju við livandi ljósum í vindeyguni. Hetta er altíð serstakt at uppliva. 

 

Hvat verður etið á jólum?

 

- Jólaaftan eta vit vanliga eina lætta máltíð á middegi, ofta turran fisk, turra grind, spik og køld epli.

 

Fía Selma Nielsen sigur, at um kvøldið jólaaftan eta tey dunnu og gás við øllum góðum tilhoyri.

 

- 1. jóladag fáa vit ræst kjøt, og 2. jóladag verður tað feskt kjøt. 1. jóladag og 2. jóladag eta vit døgurða á middegi og vanligan góðan føroyskan nátturða um kvøldið, sigur hon.

 

Keypir tú jólagávur?

 

- Ja, eg keypi jólagávur. Vanliga eri eg liðug tíðliga í desember, tí eg keypi ofta gávurnar um heystið, men í ár hevur jólagávukeypið verið órógvað av løgtingsvalinum.

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

 

- Jólini hava stóran týdning fyri meg. Serliga er tað nærveran og friðurin jóladag, sum eru nakað serligt, sigur Fía Selma Nielsen.