Soleiðis halda føroyingar jól

Heimasíðan faroeislands.fo, sum Føroya Landsstýri varar av, gav í gjár útlendingum eina vegleiðing um, hvussu ein heldur eini ektaði føroysk jól.

 

Gløgg spælir ein týdningarmiklan leiklut, serliga tá ein má koyra bygd úr bý at vitja allar útisetarnar, ella kanska ein er útiseti sjálvur, sum eru komnir heim til Føroya. Tað má jú gerast, men tá er gott at styrkja seg við gløggi innímillum.

 

Eingi føroysk jól eru fullkomin uttan at Alex Bærendsen ljómar úr hátalarunum, so tá ein kemur heim úr kirkju jólaaftan er eitt at gera. Legg fløguna á og lat Jólagleði runga um alt heimið.

 

Jólaøl, jólabrús og Jolly Cola mugu standa á borðinum og jólini eru eisini eitt gott høvi at njóta nøkur (føroysk) borðspøl.

 

Les meiri her