Malta er tað landið, ið hevur liðugt koppsett flest fólk fyri covid-19. Tað vísa tøl frá John Hopkins University, sum Ritzau hevur savnað í eitt yvirlit.
Á Malta eru 76,1 prosnt av fólkunum liðugt koppsett, og tey nærkast tí av álvara floksverju.
Ísland er nummar 3 á listanum og hevur liðugt koppsett 70,4 prosent av fólkinum.
Føroyar eru nummar 20, nú 55,5 prosent av fólkinum í Føroyum er liðugt koppsett.
Niðanfyri sæst listi yvir, hvørji lond eru komin longst við koppsetingini ímóti covid-19.
Liðugt koppsett (prosent av fólkatalinum)
1. Malta: 76,1 %
2. Arabisku Emiratini: 71,5 %
3. Ísland: 70,4 %
4. Seychellirnar: 70,2 %
5. San Marino: 68,4 %
6. Kili: 65,0 %
7. Bahrain: 64,4 %
8. Uruguay: 64,2 %
9. Bhutan: 62,5 %
10. Mongolia: 61,5 %
11. Qatar: 61,4 %
12. Kanada: 59,6 %
13. Singapore: 59,5 %
14. Ísrael: 59,4 %
15. Belgia: 57,7 %
16. Stórabretland: 57,4 %
17. Spania: 57,2 %
18. Írland: 55,8 %
19. Ungarn: 55,7 %
20. Føroyar: 55,5 %
21. Portugal: 55,4 %
22. Danmark: 54,9 %
23. Italia: 52,4 %
24. Eysturríki: 52,1 %
25. Týskland: 52,0 %
(Kelda: Ritzau, John Hopkins University, Corona.fo)











