Føroyar hava latið næstflestar skamtar av koppseting fyri covid-19 samanborið við fólkatalið í norðurlendsku londunum.
Tað vísir uppgerð hjá Our World In Data.
Føroyar hava latið 106 skamtar av koppseting fyri hvørji 100 fólk, og tað er næstbest í Norðurlondum.
Ísland er væl frammanfyri øll hini Norðurlondini og hevur latið 128 skamtar fyri hvørji 100 fólk.
Næstu tíðina skulu 7-8.000 koppsetingar latast um vikuna í Føroyum, og roknað verður við, at koppsetingin kann verða liðug síðst í august.
Koppsetingar fyri hvørji 100 fólk:
1. Ísland: 128
2. Føroyar: 106
3. Danmark: 96
4. Svøríki: 87
5. Finland: 82
6. Noreg: 81
7. Grønland: 78
(Kelda: Our World in Data)