- Soleiðis gera tey valdssjúku, ið ikki kenna sær hógv og fara út um øll mørk.
Tað staðfestir Jonhard Mikkelsen, námslektari í føroyskum á Fróðskaparsetrinum og stjóri í einum av okkara allarvirknastu forløgum, Sprotanum, sum eisini hevur givið nógvar orðabøkur út.
Tað, hann sipar til, er uppskotið, Hendrik Old nú hevur lagt fyri Løgtingið um at fáa Løgtingið at samtykkja, hvussu føroyska stavraðið skal vera. Les meiri um sjónarmiðini hjá Jonhard Mikkelsen við at lesa greinina: Eitt sjaldan skitið bragd - Soleiðis ber til at arbeiða í løgtinginum. Soleiðis virkar valdsmisnýtsla eisini. Tú brýtur vanligar mannagongdir, tá ið tú ikki vinnur, og trýstir tínar egnu hugsanir ígjøgnum við at misnýta tað vald, tú hevur fingið litið upp í hendur. Soleiðis gera tey valdssjúku, ið ikki kenna sær hógv og fara út um øll mørk, sigur Jonhard Mikkelsen.
Hann sigur, at føroyska stavraðið er bara eitt málfrøðiligt mál. Tað er leyst av politikki, tíðarbundnum hugskotum og hugburði hjá fólki.
- Vald korrumperarar. Hesir fiflararnir hava sitið so leingi við valdinum, at teir halda seg kunna gera sum teimum lystir, leggur hann afturat.
Hann staðfestir, at Málráðið knæsetti stavraðið í fjør, sigur Jonhard Mikkelsen.
- Hetta var grundarlagið, sum alt annað málsligt arbeiði skuldi verða grundað á. Tað varð greitt og ruddiligt, tað beindi fyri ivaspurningum og staðfesti stavsetingarloysnina, ið námsfrøðiliga er tann rættasta og tann einfaldasta, sigur Jonhard Mikkelsen.
Jonhard Mikkelsen sigur, at Løgtingið kann ikki samtykkja eina lóg við einum klausuli sum hesum: “Vit, sum hava samtykt lógina um málráð, halda, at málráðið skal gera sum vit halda. Vit halda, at danskt abc skal vera í gildi í Føroyum við føroyskum stavum uppií. “
- Ber hetta til, so tekur løgtingið seinastu sikringarnar úr okkara annars so illa tiltuskaða fólkaræði, sigur Jonhard Mikkelsen.
|










