Soleiðis gekk náttin í Ukraina-stríðnum

500 ukrainar eru eftir øllum at døma tiknir sum gíslar á einum sjúkrahúsi

 

Ein loftmynd vísir eina spreinging í íbúðarbygningi í Mariupol. Í nátt er eitt sjúkrahús í havnarbýnum eftir øllum at døma hertikið av russiskum herdeildum. - Foto: Azov Regiment Press Service/Reuters

Meðan ukrainski forsetin er meira bjartskygdur um friðarsamráðingarnar við Russland, halda álopini fram í fleiri ukrainskum býum.

Her er yvirlit yvir tíðindini í nátt í Ukraina-stríðnum:

* Hildið verður, at 500 ukrainar eru gíslar á einum sjúkrahúsi.

Russiskar deildir hava eftir øllum at døma tiki umleið 500 fólk sum gíslar á einum sjúkrahúsi í Mariupol undir enn einum álopi á ukrainska havnarbýin.

Tað sigur guvernørurin í Donetsk-landspartinum, har Mariupol er, Pavlo Kyrylenko.

* Zelenskyj er meira bjartskygdur um samráðingarnar við Russland.

Russisku krøvini undir samráðingunum við Ukraina eru farin at ljóða meira veruleikakend. Tað sigur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj.

* Pólland vil hava friðarvarðveitandi deildir til Ukraina.

Tað eiga skjótast gjørligt at vera sendar altjóða, friðarvarðveitandi deildir til Ukraina.

Soleiðis sigur pólski varaforsætisráðharrin, Jaroslaw Kaczynski, sum í gjár var í Kyiv saman við forsætisráðharranum í Póllandi, Slovenia og Kekkia fyri at vitja ukrainska forsetan, Volodyyr Zelenskyj.

* Spreingingar skakaðu útjaðaran í Kyiv.

Stutt eftir at eitt 35 tíma útgonguforboð kom í gildi í Kyiv um midnáttarleitið lokala tíð, hoyrdust hvøllar spreingingar í vestara útjaðara av høvuðsstaðnum, Kyiv. Umleið klokkan 3 lokala tíð hoyrdu loftávaringarlúrar eisini í vestara stórbýnum Lviv.

* Svenska stjórnin skjýtur upp at seta í gildi kanning av samleika við markið.

Svenska stjórnin væntar nógvar flóttar úr Ukraina og skjýtur tí upp at seta í gildi aftur kanning av samleika við markið til Svøríki. Tað upplýsir svenska ráðharrin fyri samferðslu.

* Roknað verður við, at Joe Biden vera at senda enn meira stuðul til Ukraina.

Roknað verður við, at amerikanski forsetin, Joe Biden, í dag fer at boða frá, at USA fer at senda 800 milliónir dollarar í verjustuðuli til Ukraina. Upphæddin svarar til 5,4 milliardir krónur.

Keldur: AFP, AP, Interfax, Reuters og TT.

/ritzau/

 

Ein loftmynd vísir eina spreinging í íbúðarbygningi í Mariupol. Í nátt er eitt sjúkrahús í havnarbýnum eftir øllum at døma hertikið av russiskum herdeildum. - Foto: Azov Regiment Press Service/Reuters