Tann 24. og 25. apríl verður skipað fyri vinnudøgum í Eysturkommunu. Fyrri dagurin verður skipaður sum skeiðsdagur, og seinna dagin verður almennur vinnufundur við kunning um viðkomandi rák og útlit.
Á skeiðnum fara vinnulívsfólk at geva íblástur við grundarlagi í egnum royndum.
Magni Arge, fyrrverandi stjóri í Altantic Airways, fer at greiða frá, hvussu tey fingu Bill Clinton og Capitol Hill á Vaglið í Havn.
Hini vinnulívsfólkini, sum hava framløgur, eru:
Árni G. Olsen, marknaðarleiðari, Bakkafrost: Hvussu er føroyskur laksur marknaðarførdur?
Heri Schwartz Jacobsen, stovnari av Defined Energy: Hvussu hava vit samstarvað í mun til tøkniførleikar?
Bogi Jacobsen, stjóri, Varðin Pelagic: Hvussu bleiv Varðin Pelagic framleiðsluklárt uppá ½ ár?
Eirikur á Húsamørk, stjóri, Faroe Marine Products: Hvussu hava vit fíggjað okkara stovnan og vøkstur?
Magni Arge, ráðgevi og fyrrverandi stjóri í Atlantic Airways: Hvussu fingu vit Clinton og Capitol Hill oman á Vaglið?
Harumframt fer Ólavur Gregersen, stjóri á ráðgevingarfyritøkuni Syntesa at hava styttri framløgur um marknaðarføring, førleikamenning, framleiðslustýring og fíggingarmøguleikar.










