Endar tað við greiðum sigri til Theresu May ella Jeremy Corbyn, verður vinnarin útnevndur klokkan 4 um morgunin.
Bretar skulu á val hósdagin – í ótíð – eftir at tingið í London í apríl við stórum meiriluta atkvøddi fyri ynskinum hjá Theresu May, forsætisráðharra, um at skriva út val.
Her er eitt yvirlit yvir valdagin í Stórabretlandi:
– Valstøðini lata upp klokkan 7
– Valstøðini lata aftur klokkan 22
– Standa veljarar í bíðirøð á valstaði klokkan 22, sleppa teir inn at atkvøða.
– Ein kanning frá valstøðunum verður helst kunngjørt beint eftir klokkan 22, og hon fer at geva ábending um úrslitið. Ein kanning frá valstøðum í mun til eina meiningakanning er grundað á svar frá veljarum, sum hava atkvøtt.
– Úrslitið frá tí fyrsta av teimum 650 valstøðunum væntast umleið klokkan 23.
– Umleið klokkan 3 fríggjanáttina koma úrslit í jøvnum streymi frá valstøðum kring alt Stórabretland.
– Stendur tað til greiðan sigur til annaðhvørt Theresu May ella Jeremy Corbyn, kann vinnarin helst útnevnast klokkan 4 um morgunin.
– Vanliga bíðar vinnarin við sigurstalu, til taparin ella tapararnir hava viðurkent valósigurin.
– Úrslitið frá seinasta valdøminum væntast at koma fríggjadagin klokkn 14.
Keldur: Det britiske parlament, BBC, The Guardian og The Telegraph.
/ritzau/










