Nýggja koplingsstøðin, sum SEV fer at byggja í sambandi við ætlaðu vindmyllulundina í Húsahaganum, fer at laga seg eftir landslagnum. Tað sigur SEV í eini fráboðan í dag.
Umframt at tann tekniska partin, skal bygningurin rúma undirvísingarhøli og sýnishøll, har tað ber til at eygleiða vindmyllurnar og framleiðsluna.
Men tað hava verið mong, sum hava sturt fyri, hvussu greflig byggingin hjá SEV verður í Húsahaganum, tá ið 13 vindmyllur og koplingsstøð verða sett upp í haganum. Vindmyllulundin fer at spara SEV fyri góð 9.000 tons av olju um árið, og tað svarar hetta til eina 40 milliónir krónur í spardum oljuútreiðslum.
Og tilsamans fara myllurnar at gera nokk av streymi til 7.500 sethús.
Vit á www.in.fo hava fingið nakrar talgildar myndir frá SEV, sum vísa, hvussu koplingsstøðin og myllurnar fara at taka seg út í Húsahaganum.
Niðanfyri eru fleiri myndir sum vísa, hvussu vindmyllulundin tekur seg út
Les eisini: Góðar 600.000 krónur á muni
|










