Mánakvøldið fekk Rafael Benitez sekkin í Real Madrid, og á hesum sama tíðindafundi, sum tað varð kunngjørt, varð somuleiðis kunngjørt, at Zinedine Zidane varð settur í starv sum nýggjur venjari.
Spanska blaðið Marca skrivar, at Rafael Benitez fekk uppsøgnina umvegis eitt bræv, og at bæði leikarar og nevnd høvdu skrivað undir. Sambært blaðnum, so gjørdist Rafael Benitez vónbrotin av viðferðini.
Tann nú fyrrverandi Real Madrid-venjarin hevði ongar viðmerkingar til uppsøgnina fyrr enn dagin eftir, tá ið hann valdi at gera eina viðmerking á heimasíðu sínari, men her vóru tó ongar ábendingar um at hann var misnøgdur.
- Tað hevur verið ein heiður at umboða felagið. Eg vil fegin takka øllum á Santiago Bernabéu, sum hava stuðlað mær og lætt um arbeiðið frá fyrsta degi. Eg vil eisini ynskja Zinedine Zidane og hansara toymi bestu eydnu. Eg ynski eisini øllum leikarum og venjarum á Valdebebas og Bernabéu alla eydnu, skrivaði Benitez.