Soleiðis fæst armbandið um handliðið

Summarfestivalurin byrjar hósdagin og eitt armband er eitt sjálvsagt krav

Mong eru tey, ið seinni hesa vikuna fara at leita sær norður til Klaksvíkar. Orsøkin er sjálvandi, at árligi Summarfestivalurin á 12. sinni verður hildin.

 

Sum vanligt er, so verður atgongumerkið til festivalin býtt um til eitt armband, so at festivalgestirnir frítt kunnu ferðast inn og úr festivaløkinum. Festivalurin hevur básar uttanfyri festivaløkið, har hendan umbýtingin fer fram, men ofta kunnu langar bíðirøðir taka skap av hesum. Tí heita fyrireikararnir av festivalinum á fólk um at fáa sær armband áðrenn festivalin.

 

Fram til hósdagin ber til at fáa armband til Summarfestivalin á Torginum í SMS í Havn, í Telebúðini í Klaksvík og eisini í deildunum hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði og Klaksvík. Eftir hetta ber bara til at fáa armband uttanfyri festivaløkið.

 

- Tað er lættari fyri allar partar, um so nógv fólk sum gjørligt fáa sær armband áðrenn festivalin, siga fyrireikararnir í viðmerking.