Um Ársins Leiðarar 2022, ávikavist fyri tað almenna og privata, Poul Gert Hansen og Jan Ziskasen, verður sagt soleiðis:
Poul Geert Hansen, stjóri í uttanríkis-og mentamálaráðnum:
- Leiðarin er sera tilvitaður um leiðslu og menning. Hann er arbeiðssamur, skipaður, stabilur og hevur politiskt tev. Leiðarin er góður við sini starvsfólk, sum hann hevur álit á og verjir. Hann hevur ein opnan leiðslustíl, er tolin, rættvísur, lagaligur og er altíð hin sami.
Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele:
- Hann er kveikandi, so starvsfólkin kenna, at fyritøkan er best og dugnaligast. Leiðarin megnar at fáa øll at ganga somu leið. Hann er trúgvur ímóti sínari sannføring og er til reiðar at taka avleiðingarnar. Leiðarin er lættur at tosa við, sjónligur og dugir væl at lurta.