Soleiðis er undirtøkan hjá donsku flokkunum

Í seinastu kanning hjá greiningarstovninum Voxmeter, sum er gjørd fyri Ritzau, eru Moderatarnir aftur avgerandi. Hvørki reyði ella blái vongur kann sambært kanningini fáa meiriluta við hjálp úr Føroyum og Grønlandi

 

Moderatarnir standa til at fáa 6,1 prosent av atkvøðunum, og harvið verður flokkurin tungan á vágskálini eftir fólkatingsvalið 1. november.

1009 fólk eru spurd í kanningini, sum er gjørd 13. - 15. oktober:

Reyði vongur - 84 sessir (48,5 prosent).

* Socialdemokratiet - 47 sessir (26,1 prosent).

* De Radikale - 9 sessir (4,8).

* SF - 16 sessir (8,7).

* Enhedslisten - 12 sessir (6,6).

* Alternativet - 0 sessir (1,9).

* Frie Grønne - 0 sessir (0,4).

Blái vongur - 80 sessir (43,9 prosent).

* Venstre - 26 sessir (14,4 prosent).

* De Konservative - 16 sessir (8,9).

* Danmarksdemokraterne - 14 sessir (7,9).

* Liberal Alliance - 11 sessir (6,1).

* Nye Borgerlige - 8 sessir (4,5).

* Dansk Folkeparti - 5 sessir (2,6).

* Kristendemokraterne - 0 sessir (0,9).

Andre:

* Moderaterne - 11 sessir (6,1).

Kelda: Voxmeter.

/ritzau/