Maður syrgir deyðu mammu sína, sum er rakt av rakettum. - Men, hetta er bara mátin hjá Russlandi í kríggi, og vit kunnu vænta meira av hesum, sigur serfrøðingur um russisku krígsførsluna.

Soleiðis er russiska krígsmentanin

- Russar skjóta uttan at gera mun á sivilum og hernaðarligum málum. Teir ynskja, at støðan skal gerast so trupul menniskjansliga, at teir kunnu tvinga Ukraina til samráðingar, sigur fyrrverandi verjuovasti.

Maður syrgir deyðu mammu sína, sum er rakt av rakettum. - Men, hetta er bara mátin hjá Russlandi í kríggi, og vit kunnu vænta meira av hesum, sigur serfrøðingur um russisku krígsførsluna.

Mikudagin frættist, at russar høvdu lagt eitt leikhús í býnum, Mariupol, í oyði. Sambært ukrainskum myndugleikum vóru millum 1000 og 1200 fólk í húsinum, harav nógv børn. Tey høvdu søkt sær skjól í bygninginum.

 

Fylgisveinamyndir vísa, at roynt hevði verið at sagt frá, at hetta var ein bygningur, har fólk - og ikki minst børn - søktu sær skjól í krígnum. Tí varð orðið "barn" á russiskum skrivað við vøllin uttan fyri leikhúsið.

 

Leingi hevur verið hildið, at álopið á leikhúsið hevði havt við sær, at mong vóru deyð í álopinum, men hósdagin upplýstu ukrainskir myndugleikar, at tey flestu, sum vóru í bygninginum, sluppu við lívinum.

 

Norski generalurin og fyrrverandi verjuovastin, Sverre Diesen, sigur við norska tv2.no, at hann ikki er ovfarin av, at russar skutu rakettir eftir leikhúsinum og løgdu húsið í oyði.

 

- Russar skjóta uttan at gera mun á sivilum og hernaðarligum málum. Teir ynskja, at støðan skal gerast so trupul menniskjansliga, at teir kunnu tvinga Ukraina til samráðingar, sigur hann.

 

Sverre Diesen heldur tískil, at álopið hjá russum á leikhúsið var bevíst. Teir sita neyvan og hyggja eftir, hvar teir kunnu taka lívið av flestu børnum, men at teir bevíst søkja eftir sivilum málum er eingin ivi.

 

##med2##

 

Fyrrverandi verjuovastin væntar ikki, at slík álop fara at fáa ukrainar at gevast at verja seg og stríðast móti russiska herinum. Russar halda, sigur Sverre Diesen, at um teir kunnu gera kríggið nóg brutalt, verður tað lættari at vinna á Ukraina.

 

- Tí ivist eg ikki í, at vit fara at síggja meira av hesum, leggur hann aftrat.

 

Hernaðargreinarin, Per Erik Solli, sigur, at bumbingin av sivilum málum í Ukraina er sum væntað, tí russar gjørdu tað sama bæði í Tsjetsjenia og Sýria, og ein orsøk til, at slíkt hendir er, at russisku hermenninir verða ikki ábyrgdaðir fyri sínar gerðir. 

 

 

 

Maður syrgir deyðu mammu sína, sum er rakt av rakettum. - Men, hetta er bara mátin hjá Russlandi í kríggi, og vit kunnu vænta meira av hesum, sigur serfrøðingur um russisku krígsførsluna.

Norski generalurin og fyrrverandi verjuovastin, Sverre Diesen.