Tað vóru ikki nógv av teimum ungu, sum brúktu sín demokratiska rætta at vera við til at velja fyrsta ungdómsráðið í Tórshavnar Kommunu. Øll ung ímillum 14 og 22 ár høvdu valrætt og tey høvdu 14 valevni at velja ímillum. Valið var talgild og tað byrjaði mánadagin og endaði klokkan 13 í dag.
Tilsamans høvdu 2.627 ungfólk valrætt, men bara bara 506 vóru á vali og tað svarar til eina vallutøku á 19,26 prosent.
- Tað kundi kanska verið meiri, men tað verður uttan iva betri á næsta vali, sum verður um tvey ár, heldur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá býráðnum. Fimm limir skuldu veljast í ungdómsráðið og tey eru: Tór Marni Weyhe, sum fekk 105 atkvøður, so hann fekk burtur úr flestar atkvøður. Ásvør Lognberg, fekk 67 atkvøður, Gunhild Hansen fekk 55 atkvøður, Magnus Heinason Eysturoy fekk 43 atkvøður, og síðsti limurin í ungdómsráðnum er Haraldur Joensen, sum fekk 36 atkvøður.
Varalimir eru: Eyðun Poulsen fekk 35 atkvøðum, Hanna Vang, fekk 32 atkvøður Drós Ragnarsdóttir fekk 30 atkvøður Oda Kjartansdóttir Strøm fekk 29 atkvøður, Bjørg Arnfinnsdóttir Toftegaard fekk 23 atkvøður
Annars fekk Rebekka Eliasen 15 atkvøður, Lydia Sólheim fekk 14 atkvøður, Begi Bech Húsgarð fekk 13 atkvøður og Hilbert Ragnarsson Johannesen fekk 9 atkvøður.
Á myndini eru tey, sum manna Tórshavnar ungdómsráð, og tey eru eru, frá vinstru: Tór Marni Weihe, Gunhild Hansen. Magnus Heinason Eysturoy, Harald Joensen, Ásvør Lognberg, Oda Kjartansdóttir Strøm, Hanna Vang, Bjørg Toftegard, Drós Ragnarsdóttir og Eyðfinn Poulsen.
|










