Nýggj bók: Soleiðis doyði Elisabeth drotning

Hin 8. september í 2022 doyði Elisabeth drotning. Nú er nýggj bók komin út, sum sigur frá løtuni, tá drotningin dró sín seinasta andadrátt.

 

Ein nýggj bók er komin út, har kongaligi rithøvundurin, Robert Hardman, endurgevur eitt notat, sum varð skrivað, tá Elisabeth drotning doyði, 96 ára gomul hin 8. september í 2022.

 

Tað var á Balmoral slottinum í Skotlandi, at drotningin doyði, og í bók síni hevur høvundurin eitt notat, hann hevur fingið frá persónliga skrivaranum hjá drotningini, Edward Young.

 

Tað var læknin hjá Elisabeth, ið skrivaði notatið, sum Edward Young fekk, eftir at hann hevði fingið at vita, at drotningin var deyð.

 

Í bókini endurgevur Robert Hardman notatið, og her stendur soleiðis skrivað um løtuna, tá Elisabeth doyr:

 

"Ógvuliga friðarliga. Í svøvni. Gleið burtur. Høgur aldur. Deyðsfallið má skrásetast í Skotlandi. Samdir um klokkan 15.10. Hon hevði ikki verið klár yvir nakað. Eingin pína".

 

Sambært bókini hjá kongaliga høvundinum var Charles, táverandi krúnprinsur, á veg til Balmoral slottið, tá hann fekk boðini um, at Elisabeth var farin.

 

Robert Hardman skrivar, at drotningin hevði ætlað sær til London at fylgja stjórnarskiftinum, tá Boris Johnson læt stafettina sum forsætisráðharri frá sær til Liz Truss.

 

##med2##

 

Men, læknarnir ráddu henni til ikki at fara og at vera verandi í Skotlandi. Í staðin fór nýggi forsætisráðharrin Liz Truss til Skotlands at hitta drotningina.

 

Hetta gjørdist eisini hennara seinasta almenna tiltak í sínari 70 ára longu tíð sum bretsk drotning. Deyði hennara varð kunngjørdur 48 tímar seinni.

 

Tað er Verdens Gang, sum ber hesa frásøgn um nýggju bókina hjá kongaligi rithøvundinum, Robert Hardman.

 

 

 

 

 

Liz Truss er júst vorðin bretskur forsætisráðharri. Tvey samdøgur seinni var Elisabeth drotning deyð.