Soleiðis ætlar Strandferðslan at skifta skipini út

Tað eru fýra ferjur hjá Strandferðsluni, sum eiga at verða skiftar út

Í nógv ár hevur verið tosað um at skifta flotan hjá Strandferðsluni út, tí fleiri av skipunum eru so gomul.

 

Men nú verður sjøtul loksins settur á arbeiðið at skifta tey elstu skipini út. Í hesum sambandi hevur Landsstýrið sett tríggjar milliónir á fíggjarlógina til at fyrireika arbeiðið at skifta nakrar ferjur út.

 

Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað eru serliga fýra ferjur, hugsað verður um at skifta út, nevniliga Sam, Rituna, Sildberan og Ternuna. Hinvegin verða Hasfjord og Teistin seld, tá ið koyrandi verður í Sandoynna seinni í ár.

 

Og Strandferðslan hevur eisini gjørt sær nakrar tankar um, hvørjari raðfylgju skipini skulu skiftast í. Hann sigur, fyrsta skipið, tey halda eigur at verða skift út, er Sam, sum er 46 ár og sum siglur ímillum Klaksvík og Syðradal á Kallsoynni.

 

Men hann sigur, at endamálið er kortini, at tá ið tey hava fingið tað nýggja skipið, skulu tey framhaldandi hava gamla Sam í flotanum, tí hann er besta skipið í hasari støddini, Strandferðslan hevur til farmaflutning.

 

Hann er sera væl hóskandi til farmaflutning ímillum oyggjarnar, og harumframt hevur hann opið dekk, so hann kann eisini brúkast til uppgávur, har tyrlan er við, sigur Niels Juel Arge.

 

Annað skipið, tey ætla at skifta út, er Ritan, sum er 51 ára gomul og sum siglur til Svínoyar og Fugloynna.

 

Og triðja skipið, sum skal skiftast, er 28 ára gamli Sildberin, sum siglur upp á Skúgvi. Og fjórða skipið í røðini verður so Ternan, sum siglur til Nólsoyar, eigur tørn. Ternan er 42 ár, men tað er stutt síðani at hon fekk stórar umvælingar, so tey vænta, at hon skal halda í nøkur ár afturat.

 

Tá ið hesi skipini eru skift, hevur er Smyril elsta skipið hjá Strandferðsluni og í heyst eru 18 ára síðani hann varð settur í sigling.

 

Les eisini: Hetta er eitt neyðarkall frá Strandferðsluni