Soleiðis ætla tey at bøta um neyðina við starvsfólkum

Frægasti mátin er helst at lata fólk fáa løn undir útbúgving

Tað er so stórt trot á arbeiðsmegi í eldraøkinum, og í barnaansingini, at í roynd og veru er talan um eina kreppu. Og í Løgtinginum hevur Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, spurt partamannin, Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, hvussu ætlanin er at loysa kreppuna.

 

Hann sigur, at hetta er eitt mál, landsstýrið hevur arbeitt við í eina tíð, eisini undir undanfarnu samgongu.

 

Djóni Nolsøe Joensen sigur, at hetta er eitt mál, tey arbeiða hart við, sum hann sigur. Og hann sigur eisini, at fyribils hugsa tey um at loysa trupulleikan upp á tveir mátar

 

Ein máti er at gera útbúgvingar á økinum til yrkisútbúgvingar, so tey fáa løn undir allari útbúgvingini, bæði ímeðan tey eru í skúla og ímeðan tey eru í starvsvenjing.

 

Økið er kommunalt, men ein máti er so, at Landskassin kann veita kommununum endurgjald fyri 75 prosent av útreiðslunum. Ein annar máti er tey fáa studning frá Studna ímeðan tey ganga í skúla.

 

Sjálvur heldur Djóni Nolsøe Joensen, at einfaldasti mátin er at gera útbúgvingarnar til eina yrkisútbúgving.

 

Samstundis ætlar samgongan eisini at geva starvsfólkunum á eldraøkinum, og í barnaansingini, eina serliga lønarhækking fyri at eggja fleiri fólkum at velja sær tað starvsleiðina. Arbeitt verður eisini við at stytta arbeiðsvikuna.