Nú kunnu allir Facebook-brúkarar kanna, um teir eru partur av nógv umtalaðu gøluni, har greiningarfyritøkan Cambridge Analytica er í miðdeplinum.
Samanlagt vóru upplýsingar hjá 87 milliónum brúkarum misnýttir av fyritøkuni. Cambridge Analytica fekk upplýsingar frá fólki við at gera eina test á Facebook. Síðani vóru hesir upplýsingar brúktir til at marknaðarføra í sambandi við eitt nú amerikanska forsetavalið.
Facebook hevur lovað, at allir brúkarar fáa at vita, um teirra upplýsingar hava verið mistnýttar ella ikki, men nú kanst tú sjálv kanna, um tú ert partur av Cambridge Analytica gøluni.
Trýst á hetta leinki, meðan tú ert loggað inn á Facebook, og so verður tín profilur kannaður, og tú fært at vita, um upplýsingar hjá tær eru misnýttir av Cambridge Analytica.