(Sjónbandabrot) FIFA hevur kunngjørt, at tað verður týska framleiðslufelagið, GoalControl, sum kemur at framleiða nýggjastu máltøknina, sum skal avgera um bólturin hevur verið innanfyri ella ikki.
Altjóða fótbóltssamgongan hevur í eina tíð arbeitt við at finna fram til tað bestu máltøknina, sum kann fráboða dómaranum um bólturin hevur verið innanfyri ella ikki. Fleiri framleiðslufeløg hava bjóða seg fram.
Nú hevur FIFA avgjørt, at tað verður GoalControl máltøknin, sum skal nýtast til Confederations Cup, sum verður í Brasil í ár. Hetta er nú nógvar mátar ein royndarkapping undan HM endaspælinum, sum verður komandi ár, skrivar BBC.
GoalControl nýtir 14 myndatól, sum eru sett upp kring vøllin, ið avgera um bólturin hevur verið inni í málinum ella ikki. Hevur hann tað, so verður eitt signal sett til eitt sergjørt ur, sum dómarin so hevur.










