Soleiðis virka sóttarhaldini

Í minsta lagi 247 føroyingar sita í sóttarhaldi kring landi. Í minsta lagi 47 teirra hava fingið staðfest koronasmittu, meðan onnur hava verið í sambandi við korosmittað fólk ella eru komin heim úr útlondum seinastu dagarnar.

Tað tykist, sum at ivamál hava stungið seg upp millum fólk, um hvørji sløg av sóttarhaldi eru, og hvat tey merkja.

Sosialurin hevur tí fingið eitt prát við Bjarna á Steig, yvirlækna, at greiða frá, hvørji sløg av sóttarhaldi eru, og hvørjar avmarkingar tey seta teimum, sum eru í sóttarhaldi.

 

Familjuuppihald: Situr tú í familjuuppihaldi, skalt tú halda teg við hús, men familjan hjá tær sleppur útum og til arbeiðis sum vanligt. Bjarni á Steig, yvirlækni, nevnir sum dømi ein lesandi í Danmark ella øðrum koronaraktum landi, sum er komin heim til Føroya.

Kravt verður, at tey, sum koma uttanlands til Føroya, skulu í sóttarhald í tvær vikur. Tann lesandi skal tá halda seg við hús, men restin av húskinum kann fara til arbeiðis og til handils sum vant. Onnur fólk sleppa ikki inn í sóttarhaldið at vitja. Vísir tað seg síðani, at viðkomandi - í hesum førinum tann lesandi - hevur koronavirus, verður alt húskið koyrt í fulla isolatión.

 

Isolatión: Tann, ið verður sendur í isolatión, hevur ikki samband við onnur fólk yvirhøvur. Isolatiónin er galdandi fyri tey, sum antin hava fingið staðfest koronavirus, ella tey, sum hava havt samband við onnur, ið hava fingið staðfest koronavirus.

Tey, sum sita í isolatión, eru í isolatión heima hjá sær sjálvum, um umstøðurnar loyva tí (so sum í einum avbyrgdum parti av húsunum, um onnur búgva har), ella sita tey í sóttarhaldi, sum myndugleikarnir skipa fyri (so sum á Hotel Vágum).

Matur og annað, ið tey isoleraðu hava tørv á, verður settur uttanfyri, uttan at tey isoleraðu koma í samband við hini.

 

Sjálvboðið sóttarhald: Aftrat teimum báðum sóttarhaldunum, ið myndugleikarnir kunnu krevja, er eisini sjálvboðið sóttarhald. Sjálvboðið sóttarhald verður brúkt av teimum, sum hava ivamál av onkrum slag, sum til dømis at vera komin til Føroya við flogfari, áðrenn myndugleikarnir kravdu sóttarhald frá øllum ferðafólkum inn í landið. Tey velja at fara í sóttarhald av egnum og fríum vilja, og tað er einki galið við tí. Tvørturímóti, ger Bjarni á Steig greitt og sigur, at sjálvboðið sóttarhald fyri tað mesta líkist familjuuppihaldinum.