Soleiðis verjir tú teg móti moyggjabitum

Hevur tú latið teg lumpað av vánaligum vørum ella armbondum móti moyggjabitum? Sí her hvørjum tú skalt leita eftir fyri at verja teg.

Evni móti moyggjabitum rigga, um tú ert smurd inn øll sum tú ert. Tað skrivar danska brúkararáðið Tænk. Í umfatandi kanning hevur ráðið funnið fram til, at tað eru tey siðbundu sløgini, sum rigga, og sum hava evnini til at halda moyggjabitunum burtur í fleiri tímar, tá ið øll ber húð at smurd inn. 

 

Tað, sum rópast Autan Protection Plus er tað besta í kanningini, og tað er evni "icardin", sum riggar væl, og sum telur 20 prosent av innihaldinum í kreminum. Men tað skal ikki brúkast til børn undir trý ár. Og tað er hetta evnið tú skalt hyggja eftir, tá tú fert at keypa tær spray ella krem móti moyggjabitum. Tí tað vísir seg, at í øðrum kremum ella sprayum, har innihaldið av "icardin" er 10 prosent ella minni, minkar virknaðurin munandi.

 

Somuleiðis verður sagt, at evnið, sum eitur "DEET" hevur góða ávirkan, tá ið umræður at styggja moyggjabitarnar burtur. Moyggjabita vørurnar, sum eita Djungelolja og MyggA Original klára seg væl í kanningini hjá Tænk. Og orsøkin er, at evnið "DEET" er ein stórur partur av kreminum í hesum báðum vørum. 

 

Samstundis sigur Tænk, at vistfrøðiligar evni móti moyggjabitum ikki rigga nóg væl. Fleiri vistfrøðiligar vørur móti moyggjabitum eru royndar, men eingin teirra megnar uppgávuna. Samstundis verður sagt, at Tænk hevur kannað appir, sum skulu senda høg ljóð frá sær og harvið styggja moyggjabitar frá sær. Hetta riggar als ikki.

 

Somuleiðis sigur Tænk, at armbond móti moyggjabitum heldur ikki rigga. Niðurstøðan er sostatt, at tú skalt leita eftir evnunum DEET og icardin í stórum nøgdum í kremi ella sprayi móti moyggjabitum. Vistfrøðiligar vørur rigga ikki nóg væl, og apps og armbond rigga als ikki.