Soleiðis verður vikuskiftisveðrið

Ein hátrýstsryggur gevur okkum støðugt veður í dag, men í kvøld koma fleiri brúgvaløg við regn inn yvir landið av vestri. Síðani verður samdrigið og ælaveður.

 

Í dag

Lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, av útsynningi, seinni øtlar hann í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av suðri. Í nátt snarar hann yvirum í landsynning og øtlar meiri í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, sum út á náttina hækkar í ein sunnan. Turt og sólglottar, men seinnapartin dregur samanum og í kvøld fer at regna. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, og í annaðkvøld lækkar í ein sunnan. Yvirhøvur skýggjað og í støðum regn og hitin millum 7 og 10 stig, um náttina niður í 5 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi ella útsynningi, 5 til 10 m/s, sum um náttina øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, men um náttina skýggjað og regn. Hitin um 10 stig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum út á seinnapartin makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Um náttina eitt lítið lot, undir 5 m/s, av ymsum ættum. Fyrst skýggjað og regn, seinni samdrigið og okkurt æl, men um náttina regn í støðum. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina niður í 5 stig.

 

Týsdagin

Eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s sum út á kvøldið og náttina øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av suðri. Samdrigið og okkurt æl, seinni turt og sólglottar. Um náttina skýggjað og regn. Hitin um 10 stig, um náttina niður í 5 stig.

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, av suðurætt, men út á dagin makar hann niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av útsynningi. Skýggjað og regn, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 10 stig.