Køld luft við vetrarælum streymar sum frá líður inn yvir Føroyar av høgætt. Í morgin fer ein hátrýstsryggur fram við av vestri, men leygarnáttina og -dagin fer eitt lágtrýst við einum brúgvalagið framvið av útsynningi, áðrenn ein streymur av vestri hevur ælaveður og síðani kaldari luft við sær. Seinni fer enn eitt brúgvalag at nærkast Føroyum av vestri.
Í dag
Lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Í kvøld makar hann vindin og í nátt verður aftur lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m7s. Samdrigið og ælaveður, sum frá líður kavi. Hitin millum 1 og 5 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 2 hitastig.
Í morgin
Hann makar vindin í eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, men seinnapartin lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt og møguliga sólglottar og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig. Um kvøldið øtlar hannn vindin og um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn av útsynningi, at byrja við sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 4 og 8 stig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, stundum hvassur vindur ella skrið, 15 til 20 m/s. Seinnapartin hækkar hann í eystan ella landnyrðing. Skýggjað og regn. Um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.
Sunnudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, sum frá líður sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 4 og 7 stig, um náttina niður í 1 stig.
Mánadagin
Sum frá líður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum um kvøldið makar og á nátt verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, í støðum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 3 og 6 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 4 hitastig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum snarar í sunnan og landsynning. Samdrigið og ælaveður, seinni skýggjað og regn. Hitin millum 2 og 6 stig.