Soleiðis verður veðrið undan jólunum

Í dag fer eitt brúgvalag fram við av vestri og komandi dagarnir kemur lýggjari luft og fleiri brúgvaløg inn yvir okkum av vestri.

 

Í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men seini klárar í og ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig. Í kvøld makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Sum frá líður yvirhøvur turt, men skýggjað og hitin framvegis millum 4 og 8 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Í annaðkvøld upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og támut og regn av og á. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Týsdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsugl, 5 til 10 m/s. Skýggjað og támut og regn av og á, men seint út á dagin klárar í, samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 4 og 8 stig.

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, sum øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig, um náttina niður í 4 stig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar nakað og um náttina er vorðið gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, um náttina sum frá líður skýggjað og regn. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Fríggjadagain

Lot til andøvsgul, fyri tað mesta av vestri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s, seinnapartin lækkar hann í útsynning og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og támut og regn av og á. Hitin millum 4 og 8 stig.