Soleiðis verður veðrið á Summar Festivalinum

Tað er nakað tíðliga at spáa um veðrið á Summar Festivalinum, men halda forsøgnirnar sær tað heilt hampiligt út

Tað letur til, at tað verður hampiligt veður á Summar Festivalinum í ár. Sambært DMI verður veðrið hósdagin hampiligt. Tað verður 5 - 10 m/s av útnyrðingi, seinni av vestri og útsynningi. Einstøk æl vera kortini og nakað av sól. Hitin millum 8 og 12 stig. Tað er hóskvøldið, at Aqua spæla á Vágsbøi í Klaksvík. 

 

Fríggjadagin verður somuleiðis hampiligt veður, um enn tað kann fara at regna. Tað verður at kalla eingin vindur, undir 6 m/s av ymsum ættum. Skýggjað og kanska eitt sindur av regni, hitin millum 11 og 14 stig, um náttina millum 7 og 10 stig. Svenska Zara Larsson er høvuðsnavn á Summar Festivalinum fríggjakvøldið. 

 

 

Leygardagin er somuleiðis at kalla eingin vindur, 2 - 7 m/s av vestri og útnyrðingi. Tur og skýggjað og eitt sindur av sól. Hitin um dagin millum 11 og 14 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.