Danska veðurstovan roknar við hampuliga góðum veðri í Føroyum restina av vikuni. Vindurin verður fyri tað mesta 5-10 m/s, og part av tíðini verður turt við møguleika fyri sólglottum.
Í dag:
8-13 m/s landsynningi, í nátt minkar vindurin niður í 5-10 m/s. Mest skýggjað veður og fyri tað mesta turt. Í nátt verður ælaveður. Hitin alt døgnið millum 5 og 8 stig.
Hósdagin:
5-10 m/s av landsynningi. Turt og nakað av sól, møguleiki verður eisini fyri mjørka í støðum. Hitin millum 5 og 9 stig
Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin:
5-10 m/s av landsynningi og eystri. Nakað av sól, og onkur skifti regn. Hitin millum 5 og 9 stig.










