Danska verðurstovan DMI roknar við hampuligum veðri gamlaárskvøld.
DMI sigur, at í morgin, nýggjársaftan, verður andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s, av norði og útnyðringi. Hitin verður millum frostmarkið og 4 hitastig.
Nýggjársdag verður andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s, av norði og útnyðringi, minkandi niður í gul til stívt andøvsgul, 5-10 m/s. Skýggjað og regn- ella vátakavaæl. Hitin um dagin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í 2 kuldastig.











