Soleiðis verður veðrið inn í desembur

Eitt lágtrýst yvir Danmark fer í ein landnyrðing og dýpist sum frá líður av einum hátrýsti vestan fyri Írland. Køld luft við vátaslettingi og kavaælum streymar inn yvir Føroyar av norðri. Seint hósdagin kemur eitt veikt brúgvalag inn yvir Føroyar av vestri og síðani kemur eitt sindur av lýggjari luft.

 

Í dag

Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Vátaslettingur ella kavaæl, men fyrrapartin onkrir sólglottar. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, í nátt millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, sum um náttina makar í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kavaæl, men um náttina fyri tað mesta turt. Hitin alt samdøgrið millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í eitt lítið lot og lækkar í ein vestan, undir 6 m/s. Sum heild turtu, men yvirhøvur skýggjað og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig. Um kvøldið øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, 8 til 13 m/s. Tað verður skýggjað og eitt skifti regn, møguliga vátaslettingur ella kavi at byrja við. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og támut við regni av og á og hitin millum 6 og 10 stig.

 

Leygardagin

Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, í støðum uppí skrið, um 18 m/s. Okkurt æl og fyrst yvirhøvur skýggjað, seinni samdrigið. Hitin millum 4 og 9 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 4 og 8 stig.