Soleiðis verður tú sædd í Cannes

Í hesum døgum er filmvika í Cannes, her verður avgjørt hvat er hot og hvat er not innan filmídnaðin.

Tað er eingin ivi, at hottasta parið í løtuni eru Angelina Jolie og Brad Pitt, allastaðni, ið tey fara renna myndamenn í hølunum á teimum. Men Cannes er á tremur við øðrum stjørnum, og hóast myndamenn taka nógvar myndir, so er altíð vandi fyri at hvørva burtur í mongdini, um tú bert ert ein vónríkur sjónleikari, ið ynskir at gera vart við seg. Tí verða nógvar royndir gjørdar við at lata seg í serligar kjólar og klædningar fyri at onkur skal leggja til merkis til tín. Í ár stendur Sara Forestier fyri tí kanska mest kreativu og samstundis mest sympatisku royndini. Til frumsýningina av Chacun Son Cinema møtti franska sjónleikarkvinnan upp í einum Amnesty International Control Arms kjóla, ið hevði pistólar og patrónir seymaðar á seg.