Politikarar úr øllum flokkum eru samdir um, at bústaðarneyðin er ein tann størsti trupulleikin, vit hava at dragast við. Men tað er ikki semja um, hvussu hann skal loysast.
Men nú hava tveir tingmenn í samgonguni ført eitt slóðbrótandi sjónarmið fram um, hvussu tað kann verða munandi bíligari hjá fólki at fáa sær tak yvir høvdið.
– Kommunur skulu fáa heimild til at leiga fólki grundstykki til at byggja bústaðir á helt Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, fyri í gjár, tá ið Løgtingið umrøddi eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at geva Bústøðum heimild til at byggja íbúðir á útoyggj.
Hann heldur, at tað er neyðugt at hugsa nýggjar tankar, skulu vit basa bústaðarneyðini, tí ein trupulleiki er, at tað er so ringt at fáa fígging til bústað uttan fyri tey stóru plássini.
– Bústaðir er ikki loysnin upp á allar trupulleikarnar, men kortini má eg ásanna, at í Løgtinginum hugsa vit ikki ein tanka um bústaðarneyðina, uttan at Bústaðir er ein partur av tí, og tað mugu vit koma burtur úr, heldur tingmaðurin.
Brandur Sandoy heldur, at so kann ein skipan gerast, so at fólk kanska skulu rinda grundstykkið aftur, tá ið húsini annars eru goldin.
– Skal tað eydnast at koma trupulleikanum til lívs, nyttar ikki bara at dúva upp á Bústaðir, tí tað mugu eisini onnur tiltøk setast í verk, sigur hann. Og sleppa kommunur at leiga grundstykki, fer tað ikki at kosta landskassanum eina krónu, sigur hann. Men afturfyri fer tað at gera tað nógv bíligari at byggja, og sostatt minkar kravið til fígging eisini munandi.
Hann ásannar, at tað hevði fingið avleiðingar, at tað fer at taka nógv longri hjá kommununum at fáa pengarnar inn aftur fyri grundstykki. Men tað hevði bøtt um umstøðurnar – og er tað ikki tað, sum er endamálið við kommununum, at gera tað liviligt hjá fólki, spurdi hann.
– Lykilin til at fáa fleiri bústaðir á bygd, er at fáa minka um lánibyrðuna, tí so er tað eisini lættari at fáa lán, og tað minkar eisini um krøvini til eginpening hjá teimum, sum byggja.
Hann heldur eisini, at vit eiga at gera eina skipan, sum ger tað mvg frítt at byggja úti á bygd, tí tað hevði gjørt hvørt hús eina hálva millión bíligari, og tað hevði eisini minka munandi um fíggingartørvin.
Hetta eru uppskot, ein annar tingmaður í samgonguni, Bill Justinussen í Miðflokkinum, tekur fult undir við.
Hann heldur, at fólk skulu kunna fáa grundstykki til leigu í eini 100 ár, tí so verða tað eini trý ættarlið um at rinda tey aftur.
– Hetta er eitt mál, vit skulu taka upp í samgonguni, segði Bill Justinussen, tá ið Løgtingið umrøddi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.