Soleiðis verður Karsten valdur

Tað liggur í kortunum, at triðja løgtingsumboðið hjá Miðflokkinum verður úr Norðoyggjum

Tað var helst eitt bland av persónligari sannføring og realpolitiskum møguleikum, sum gjørdu at Karsten Hansen valdi Miðflokkin sum sín nýggja flokk.
Møguleikarnir eru størri fyri at blíva valdur í Miðflokkinum enn í Sjálvstýrisflokkinum, sum gongdin hevur verið seinastu árini.
Miðflokkurin fekk á seinasta løgtingsvali 1661 atkvøður, og tað gav flokkinum tveir eykavaldar tingmenn – Jenis av Rana í Suðurstreymoy og Bill Justinussen í Eysturoynni.
Í fleiri veljarakanningum hevur Miðflokkurin staðið til at fáa ein tingsess afturat, og tað er hendan tingsess, Karsten Hansen nú skal tryggja flokkinum.
Á seinasta løgtingsvali fekk Miðflokkurin 790 atkvøður í Suðurstreymoy og 466 atkvøður í Eysturoynni. Eftir hetta vóru valdømini hjá teimum rættiliga smá, men tað er rættiliga sannlíkt, at klárar Miðflokkurin at toga ein mann innanborða afturat, so fellir hesin maður sum eykavaldur í Norðoyggjum, og so stendur Karsten Hansen fyrst fyri.
Um Miðflokkurin skal vinna umdømisvaldan tingmann í Norðoyggjum, so er kravið fleiri enn 700 atkvøður, um grundarlag verður tikið í seinasta løgtingsvali.