Soleiðis verða skerjingarnar

Talvurnar vísa, hvussu skeringarnar fara at raka á ymsu deildunum:

Talvan niðanfyri vísir, hvussu pengarnir til »tíðindi og aktuelt« verða brúktir í ár og næsta ár:

sv úv sv úv
2012 2012 2012 2012
6.944.000 3.727.000 5.000.000 2.800.000
Tíðindaparturin verður helst skorin við 2,8 milliónum krónum næsta ár. Tað svarar til 26 prosent ella ein fjórðing. Skorið verður munandi av tíðindum í sjónvarpi og útvarpi.

Talvan niðanfyri vísir, hvussu pengarnir eru til »mentan« verða brúktir í ár og næsta ár.
sv úv sv úv
2012 2012 2012 2012
3.941.000 5.941.000 2.300.000 2.900.000
Her síggja vit, at mentanarparturin helst verður skorin 4,7 milliónir krónur ella 47 prosent. Hetta hevur við sær, at nógv færri mentanarsendingar verða í sjónvarpi og útvarpi.

Talvan niðanfyri vísir, hvussu pengarnir til »átrúnað« verða brúktir í ár og næsta ár.
sv úv sv úv
2012 2012 2012 2012
385.000 552.000 350.000 500.000
Her sæst, at sparingarnar næsta ár eisin ifevna um átrúnain. Vit mugu rapfesta neyvari, hvat skal verða á skránni, tí lítið av pengum verða brúktir til átrúnaðin frammanundan.

Talvan niðanfyri vísir, hvussu pengarnir til »ítrótt« verða brúktir í ár og næsta ár:

sv úv sv úv
2012 2012 2012 2012
2.495.000 805.000 1.600.000 500.000
Brúkarar fara eisini at merkja sparingar í ítróttinum. Vit skulu helst spara 36 prosent á økinum, og tað hevur við sær, at ítrótturin í sjónvarpinum og í útvarpinum verður nógv skerdur.

Talvan niðanfyri vísir, hvussu nógvir pengar eru til »børn og ung« verða brúktir í ár og næsta ár:
sv úv sv úv
2012 2012 2012 2012
2.291.000 1.259.000 2.000.000 1.050.000
Økið børn og ung má eisini spara. Hesin parturin verður helst skorin við 13 prosentum. Afturgongdin kemur at ávirka tilfar til børn og ung bæði í sjónvarpi og útvarpi.

Talvan niðanfyri vísir, hvussu pengarnir til »tónleik« verða brúktir í ár og næsta ár:
sv úv sv úv
2012 2012 2012 2012
1.023.000 2.227.000 800.000 1.600.000
Tónleikurin, ið er ein stórur partur av útvarpsflatuni, verður í alt skorin við 850.000 krónum ella 26 prosent. Tað hevur helst við sær, at nættarrásin og aprar sendingar hvørva ella verða nógv skerdar.