Soleiðis verða próvtøkurnar í summar

Nakrir næmingar skulu til próvtøku, og nakrir skulu ikki

Nógvir næmingar í miðnáms- og yrkisskúlunum hava seinastu tíðina ivast í, hvussu farið verður til próvtøku í ár, nú covid-19 hevur ført so nógvar broytingar við sær.

Men nú hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, tikið avgerð um, hvørjar broytingar verða í próvtøkunum í ár. Orsøkin til broytingina er íkomna støðan við Covid-19.

Í høvuðsheitum merkja broytingarnar, at 3. árs næmingar á øllum breytum skulu til tvær próvtøkur, 2. árs næmingar á Fyrireikingarbreytini skulu til fýra próvtøkur og næmingarnir í 1. og 2. s skulu ikki til próvtøku í summar. 

Miðnámsskúlar

Seinasti undirvísingardagur hjá endaflokkunum er 15. mai 2020. Próvtøkuætlanin og ársmetini hjá endaflokkunum verða kunngjørd næmingum og lærarum hendan dagin.

Farið verður til próvtøku eftir hesum leisti:

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

Broytingarnar í próvtøkunum á miðnáms- og yrkisskúlunum líkjast teimum broytingunum, sum eru gjørdar í Danmark.

Hetta hevur við sær, at einki verður broytt í mun til upptøku av føroyskum næmingum á donskum útbúgvingarstovnum.