Tað er umráðandi at gólvið verður støvsúgva fyrst, soleiðis at tað er lættari at vaska og viðgerða viðin. Eisini soleiðis at støvið ikki verður flutt runt á trægólvinum, og gólvið drekkur tað í seg.
Kanna um trægólvið er feittut ella turt, er tað feittut, er tað ikki neyðugt at vaska við sápuspønum, men heldur við vanligum reingerðarevni, hetta tekur yvirskotsfeittið úr gólvinum. Tó er tað neyðugt at viðlíkahalda gólvið við at nýta sápuspønir í reingerðini av og á, soleiðis at gólvið ikki blívur ov turt. Tá gólvið er turt, brúkar man sápuspønir, tað sigst uml 1dl sápuspønir til 5dl vatn, soleiðis gerst gólvið sunt og væl hildið.
Tá tú vaskar, er umráðandi at tú vaskar við gólvinum, og ikki tvørturum. Vaskar tú tvørtur um gólvið, er tað verri at fáa gólvið reint, og tú kann vænta at rest-sápa leggst eftir á viðinum.
Er gólvið ógvuliga skitið, ber til at skrubba gólvið við einari harðari bust og brúka vatn við meira sápu, har sum gólvið er meira skitið.
Turka gólvið eftir tað er vaskað, soleiðis tað ikki legst ein yvirflata á gólvið, og minst til ikki at ganga á gólvinum, fyrr enn tað er heilt turt. Hetta er ógvuliga umráðandi tá tað kemur til at vaska trægólv.