Tann amerikanski dj´arin, DJ Earworm, hevur síðani 2007 hvørt ár sett 25 av teimum størstu hittunum tað árið saman til eitt sokallað mashup. Tað vil siga, at sangirnir verða blandaðir saman.
Nú vit eru við ársenda av 2012, hevur amerikanarin gjørt eitt mashup við nøkrum av teimum kendu sangunum, ið vóru nógv at hoyra í ár.
DJ Earworm hevur hesaferð blandað Bruno Mars við Taylor Swift, við One Direction við Katy Perry og so framvegis.
Niðanfyri kanst tú lurta og vita, um tú hoyrir tey 25 hittini frá 2012.