HB kann halda summarfrí á einum tryggum oddasessi, har teir við 40 stigum eru fimm stig frammanfyri KÍ.
HB vann í kvøld 4-1 á Suðringum vesturi á Eiðinum í Vági.
Suðringar-HB 1-4 (1-2)
0-1 Adrian Justinussen (32.)
1-1 Salmundur Bech (39.)
1-2 Gréttar Snær Gunnarsson (41.)
1-3 Adrian Justinussen (59.)
1-4 Dan í Soylu (90.)
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum sum komu í dystinum suðuri í Vági. Jón Pauli Olsen var viðmerkjari.










