Soleiðis tryggja vit dygd og góðsku á sjúkrahúsunum

- Politisk ætlan um at seta tiltøk í verk at tryggja dygd og góðsku á sjúkrahúsunum. Ætlanin byggir á politiskar niðurstøður av álitinum um “Framtíðar sjúkrahúsverk”, á partin um heilsuverkið í “Visjón 2015 um vælferð”, og á samskifti við umboð fyri sjúklingafeløg, starvsfólk og leiðslur á sjúkrahúsunum

Fleiri av stigunum eru ítøkilig, at fara ígongd við beinanvegin. Onnur eru meira generel og krevja drúgva fyrireiking. Øll eru partar í eini heild at fullføra í eini langtíðar menningarætlan.

 

Kunning: sjúklingarnir skulu hava nøktandi munnliga og skrivliga kunning, bæði við innlegging, undir viðgerðargongdini og við útskriving. Lurtast skal í størri mun eftir sjúklingunum.

 

Kontaktpersónsskipan skal setast í verk, so at einstaki sjúklingurin hevur ein ella í mesta lagi tveir ávísar sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava høvuðsábyrgdina av samskiftinum.

 

Sjúklingavegleiðari: sjúklingavegleiðari og møguliga eisini ein heilsusálarfrøðingur skal setast við sjúkrahúsini.

 

Rapporteringsskipan har heilsustarvsfólk hava møguleika anonymt til at fráboða feilir og óætlaðar hendingar í sambandi við viðgerð av sjúklingum.

 

Útskrivingarsamrøða við lækna skal skipast tá ið sjúklingar verða útskrivaðir.

 

Samskipan við Nærverk og kommunulækna: føst mannagongd skal skipast um samskifti og samstarv um einstaka sjúklingin, millum sjúkarahúsini, kommunulæknar og Nærverkið (heimarøktina, trivnaðartænastuna og barnatænastuna)

 

Viðgerðarætlanir: innan øll tey størru viðgerðarøkini skulu gerast yvirskipaðar virkisætlanir, so sum krabbameinsætlan, apopleksiætlan og hjartaætlan.

 

Góðskustýringsskipan: føroyska sjúkrahúsverkið skal knýtast at viðurkendari “akkrediteringsskipan” sum t.d. Den danske kvalitetsmodel. Slík skipan kann tryggja, at málini og kósin fyri størri dygd og góðsku støðugt verða eftirmett.

 

Starvsfólkamenning: strategisk menningarætlan skal gerast fyri heilsustarvsfólk, har samstarvsavtalur við sjúkrahús uttanlands verða partur av ætlanunum. Endamálið skal verða at varðveita og viðlíkahalda servitanina í føroyska sjúkrahúsverkinum. Samstarvið skal fevna um eftirútbúgving, útveksling av starvsfólkum og gransking.

 

Raðfestingarætlan fyri lækna- og røktarøkið: føroyska sjúkrahúsverkið skal uppraðfestast við serlæknum á øllum teim økjum, har gjørt verður av at tað er neyðugt við læknafakligum førleika í Føroyum. Rekrutteringin av læknum skal málrættast eftir hesum. Somuleiðis skal røktarfakliga økið styrkjast, bæði við neyðugari orku og servitan.

 

Fakmørkini flytast uppeftir: bæði fyri at gagnnýta starvsfólkatilfeingið betri og fyri at skapa størri fakligan trivnað, skulu fakmørk flytast uppeftir, soleiðis at sjúkrarøktarfrøðingar yvirtaka nakrar funktiónir frá læknum og heilsurøktarar tilsvarandi nakrar frá sjúkrarøktarfrøðingum. ?

Sjúklinganøgdsemiskanningar skulu gerast afturvendandi annaðhvørt ár, so at veikleikar kunnu staðfestast og fylgt kann verða við, um tað verður rættað upp upp á ávístar veikleikar á sjúkrahúsunum.

 

Viðgerðartrygd innan ásetta tíð: tað skal ásetast við lóg, at sjúklingar skulu hava trygd fyri viðgerð innan ásetta tíð. Skilt verður millum lívshóttandi og ikki-lívshóttandi sjúkur. Vit skjóta upp at tá neyðugar fyritreytir eru fingnar til vega, skal freistin verða 4 – 8 vikur.

 

Uppraðfesting í 8-ára ætlan: ein uppraðfesting og framtíðarmenning av føroyska sjúkrahúsverkinum verður sett upp í eina 8 -ára heildarætlan. Punktini omanfyri eru partar í hesi ætlan. Tað snýr seg um lækna- og røktarfakliga økið, starvsfólkamenning, heildarviðgerðarætlanir, átøk fyri at økja um góðskuna í arbeiðs- og mannagongdum, bygnaðarlig viðurskifti um hvussu sjúkrahúsverkið skal skipast og samskipast, og síðst men ikki minst: um fíggjarligu viðurskiftini.

 

Framvegis eru fleiri stig í slíkari ætlan, enn tey sum eru nevnd omanfyri. Men tað verður ov drúgt at taka alt við í hesum umfari. Í aðrari grein skal eg taka tráðin uppaftur viðvíkjandi tí bygnaðarliga og tí fíggjarliga.