Í einstaklingakappingum í fimleiki er torført at vita, hvør er bestur, og í liðkappingum er hvaðna verri.
Men grundleggjandi gongur ein kapping fyri seg á henda hátt.
Upp til fimm fimleikarar kunnu vera á einum liðið. Av hesum sleppa fýra at kappast á hvørjum av teimum fýra ymisku amboðunum. Av hesum verða tríggir teir bestu taldir við, tá stigini verða givin.
Amboðini
Tað eru heldur ikki somu amboðini, sum verða nýtt hjá kvinnum og monnum.
Hjá konufólki eru greinirnar: lop, biti, forskotin barra og gólv. Hvørt av amboðunum telur eins nógv.
Hjá konufólki eru greinirnar hesar: lop, ringar, paralell barra og gólv. Eisini her telur hvør greinin eins nógv.
Fyri at finna vinnaran í kappingini telur mann so stigini hjá trimum teimum bestu luttakarunum hjá hvørjum liði á øllum fýra amboðunum saman fyri hvørt liðið, og so verður vinnarin funnin.
Tvey ymisk stig
Hyggja vit at hvørjum amboði sær, tá ein luttakari er farin í gongd, so verða stig fyrst givin fyri hvørji ting luttakarin ger. Í flestu amboðunum skulu ávísar rørslur gerast, og stig vera givin eftir, hvussu torførar hesar rørslur eru. Hesi stigini byrja frá 0.
Hitt stigið byrjar frá 10, og síðani verða øll mistøkini drigin frá tí.
Hetta vil í prinsippinum siga, at tú kanst vinna við lágum torleikastigið, um tú ikki gert nøkur mistøk. Um so er, at hini, sum eru á hægri torleikastigi, gera fleiri mistøk.
Men tá tað kemur til stykkis í amboðsfimleiki, so er lættast at hyggja eftir, hvat sær best út, tí oftast er tað hesin, sum eisini fær mest stig, tí tá er torleikastigið høgt og mistøkini fá.