Veitslumyndir
Borðmyndir av veitslugestum eru stuttligar at eiga, men tær eru ikki altíð líka stuttligar fyri tey, sum eru á myndunum.
· Tak myndir frá borðhaldinum, áðrenn maturin kemur á borið og tallerkarnir enn eru pyntaðir við serviettum og prýði og ikki sovsaðir inn
· Á myndum av pørum, skal parið sita tætt saman
· Fólk vita ofta ikki, hvat tey skulu gera við hendurnar, tá ið tey verða avmyndað. Bið tey til dømis um at skála ella at halda lættliga um hvønn annan
· Fá eygnasamband, so fólk vita av, at tey verða avmyndað
· Flyt borðpynt, sum møguliga órógvar
Ferðamyndir
Klassiska ferðamyndin, sum vísir, at vit hava vitjað ymisk áhugaverd ferðamál, kann verða meira ella minni væleydnað
· Stilla persónin í forgrundina við ferðamálinum í bakgrundini. Stendur viðkomandi ov tætt við ferðamálið, sæst hann ella hon ikki
· Tann, tú avmyndar, skal víkja týðiliga frá møguligum øðrum fólkum á myndini
· Ansa eftir, at gosvatn, pelar, stengur og líknandi ikki knappliga ”stinga út” úr oyrunum ella høvdinum á persóninum, tú avmyndar
Bólkamyndir
Soleiðs fært tú øll á eini bólkamynd at taka seg væl út
· Vel eina so róliga bakgrund, sum til ber
· Ansa eftir, at fólkini ikki fáa sólina í eyguni, so tey snerkja við eygunum. Tak myndina í skugga, um neyðugt.
· Ver ikki bangin fyri at geva ordrar um, hvar fólk skulu standa ella at biðja tey stilla seg tætt saman og verða standandi har, meðan myndin verður tikin
· Stilla tey minstu framman fyri tey størstu og fá uppsetingina so symmetriska, sum gjørligt
· Ansa eftir, at øll síggja myndatólið við báðum eygum. Tað er ikki nokk, at tey síggja tann, sum tekur myndina
· Á myndum, har fólkini sita, skulu tey sita pent við beinunum og helst samla tey
· Og brúka so gamla snildið at fáa øll at telja upp í trý og siga ”appelsin” í kór
Andlitsmynd í mótljósi
Nógv eru bangin fyri at taka andlitsmyndir í mótljósi, men tað kann ofta vera besta loysnin
Tips
· Stendur persónurin í fullum viðljósi, tvs. fær sólina beint í eyguni, er tað trupult at fáa eitt avslappað andlitsbrá. Oftast kasta brillur og nøs eisini harðir skuggar inn yvir andlitið
· Royn og snara modellini á, soleiðis at hon stendur í mótljósi, tvs. at sólin kemur aftanífrá, so modellin fær slappa av og hildið eyguni opin
· Ansa bara eftir, at sólin ikki stendur beint inn í linsuna á myndatólinum
· Far heilt tætt at persóninum, so andlitið fyllir mest møguligt á myndini
· Um neyðugt, brúka so blitz fyri at lýsa andlitið upp
· Tú fært vakurt viðljós, tá sólin stendur heilt lágt, tvs. við sólarris og sólsetur