Føroyska hondbóltslandsliðið skal í kvøld spæla móti Kýpros í innleiðandi umfarinum til EM-undankappingina. Birgir Hansen, sum saman við Kára Nielsen, er venjari hjá A-landsliðnum hevur eina hóming av hvussu Kýpros spælir.
Les eisini: U21 spælararnir skulu kenna sítt pláss
- Vit hava sæð sjónbandabrot av teimum, tá teir spældu móti Ísrael herfyri. Tað kom væl við, tí vit sóu at teir spæla nógv við sjey mans í álopsstøðu, sigur Birgir Hansen.
At spæla við sjey í álopsstøðu merkir, at liðið velur at skifta málverjan út, tá liðið er í álop. Tað gevur ein spælara í yvirtal í álopsstøðu, men revsingin er hørð, um mótstøðuliðið fær fatur á bóltinum, áðrenn hitt liðið megnar at skifta málverjan innaftur.
- Tað vóru vit ikki fyrireikaðir upp á, at teir gera. Tað eru vit nú. Raka vit dagin, so er hetta eitt lið, sum vit heilt víst kunnu spæla upp ímóti, sigur Birgir Hansen.
Liðskiparin gleðir seg at spæla á heimavølli
Liðskiparin, Tróndur Kragesteen, er eisini til reiðar at spæla móti Kýpros fríggjakvøldið.
- Teir eru á einum stigi, har vit kunnu verða við. Teir spæla ein ágangandi spælistíl, verja við nógvari kropsstyrki og ræðast ikki at berjast, sigur Tróndur Kragesteen og leggur afturat:
- Eg havi ikki spælt á heimavølli í langa tíð. Hetta verður ótrúliga spennandi og stuttligt at verða partur av, sigur hann at enda.
(Brot úr grein í Vikuskiftis-Sosialinum)
Rás2 sigur beinleiðis frá EM-landsdystinum millum Føroyar og Kýpros, sum verður í høllini á Hálsi í kvøld klokkan 20. Rás2 byrjar at senda klokkan 19 við upptakt. Julian Johansen, venjari hjá Kyndli, verður viðmerkjari.