KÍ hevur í kvøld spælt flottan 0-0 javnleik móti AIK Stokholm á ovara vølli í Gundadali.
Av tí at Sosialurin ikki kemur út fyrrenn mánadagin, hava vit valt at geva leikarametingarnar á in.fo í kvøld eftir dystin, soleiðis at ikki ov long tíð gongur frá tí at dysturin er liðugur, til tær eru úti alment.
Talan var sum heild um ógvuliga flott KÍ avrik, har eingin leikari liggur undir 7 í leikarametingum, meðan tveir KÍ leikarar fáa 8 tøl. Sigast skal, at ÍtróttarSosialurin, sum í ár gevur metingar út frá 1 til 10, ongantíð hevur givið hægri enn eitt 8 tal, og at heilt serlig avrik skulu til, fyri at fáa 9 ella 10 fyri leikarametingar.
Leikarametingarnar hjá KÍ móti AIK Stokhólm:
Meinhardt Joensen 7: Royndi málverjin, ið hevur vunnið sær plássið aftur í KÍ málinum, var tryggur aftasti skansi ímóti AIK. Hann noyddist ikki at finna tær flottu bjargingarnar fram, tí verjan stóð væl fyri í flestu førum, men tá boð vóru eftir honum, var hann til reiðar.
Ólavur Niclasen 7: Spældi sum høgri vongverji, og er vinstrabeintur. Harafturat spælir Ólavur Niclasen fyri tað mesta í miðverjuni, og kom tí serstakliga væl frá uppgávuni, har hann var áhaldin og skilagóður í verjuspælinum.
Jonas F. Rasmussen 7: Stýrdi verjuni væl og vann fleiri týðandi nærdystir og luftbóltar. Kom saman við allari KÍ verjuni serstakliga væl frá dystinum í Gundadali.
Ahmed Mujdragic 7: Stóð eins og restina av liðnum ógvuliga væl, og dugdi framum hinar á liðnum at taka ferðina úr dystinum nakrar ferðir. Lá eina løtu undan hálvleikinum, og eina løtu beint fyri leiklok, sum viðførdi at ferðin í dystinum fór nakað úr dystinum, soleiðis at KÍ vann sær tíð.
Hørður Askham 7: Stóð eisini serstakliga stinnur í verjuspælinum, har hann vann nógvar bóltar. Var harafturat eisini ein hóttan í framrættaða spælinum við sínum langu innkøstum. Stóð sterkur í myndini.
Ísak Simonsen 7: Kláraði at sparka bóltin burtur í fleiri avgerandi støðum í endanum, og var nakrar ferðir framvið í dystinum eisini. Arbeiddi serstakliga væl, og gjørdi tað væl í verjuspælinum.
Jóannes Bjartalíð 7: Vísti í løtum hvør dugir er í honum, tá hann hevur bóltin, og stríddist væl gjøgnum allan dystin. Var tó sjónliga troyttur í seinna hálvleiki, tá hann lá við krampa, og var eisini útskiftur.
Jákup B. Andreasen 7: Tað sást einki til at talan var um ein av yngstu monnunum á KÍ liðnum hjá Jákupi B. Andreasen mitt á miðvøllinum. Las spælið fyrimyndarliga væl, og kom fleiri ferðir ímillum í avgerandi støðum. Var eyðsýndur.
Semir Hadzibulic 8: Helst besti leikari á vøllinum hjá KÍ hendan dagin. Dugdi væl at halda uppá bóltin, og fann fleiri ferðir skilagóðar avleveringar. Harafturat dugdi hann, eins og Ahmed Mujdragic, eisini at taka ferðina úr dystinum nakrar ferðir, tá KÍ mundi verið trýst. Hevur sjónligt altjóða støðið.
Páll A. Klettskarð 7: Stríddist fyrimyndarliga og bæði vann og helt uppá bóltin væl í nógvum førum. Var ongantíð serliga vandamikil, men er ógvuliga avgerandi fyri spælið og liðið hjá KÍ.
Albert Adu 8: Var saman við Semir Hadzibulic mest eyðsýndi KÍ leikarin í Gundadali. Helt væl uppá bóltin og var avbjóðandi í framrættaða spælinum, har hann fleiri ferðir var um reppið at koma til góðar málmøguleikar. Spældi framúr væl.
Hjalgrím Elttør 7: Kom inn fyri Jóannes Bjartalíð í seinna hálvleiki og stríddist væl í verjuspælinum. Var ikki so nógv á bóltinum, men arbeiðsinnsatsurin var framúr, har tað er trupult at koma inn í slíkum dystum.
Spælarametingarnar verða dømdar útfrá hesum:
1: Avrikið er út av lagi vánaligt og kostar dystin
2: Avrikið er vánaligt og dystaravgerandi
3: Avrikið er væl undir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum
4: Avrikið er undir miðal, men ikki avgerandi
5: Avrikið er miðal og spælarin røkir tær uppgávur hann skal
6: Avrikið er beint yvir miðal
7: Avrikið er yvir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum
8: Avrikið er væl yvir miðal og spælarin er avgerandi
9: Avrikið er framúr og spælarin er dystaravgerandi
10: Á landsliðið og seldur í morgin!