Soleiðis spælir kurvabóltslandsliðið á oyggjaleikunum

Føroyska kurvabóltslandsliðið, sum tekur lut á oyggjaleikunum á øðrum sinni spælir fyrsta dystin ímóti vertsoynni, Gotlandi

Eftir ein elddóp á fyrstu oyggjaleikunum á Jersey fyri tveimum árum síðani, har føroyska kurvabóltslandsliðið rann inn í fleiri stórtap, er málið nú at vera betur við og at yvirraska á oyggjaleikunum í Gotlandi.

 

Føroyar eru í bólki við Gotlandi, Saareema og Minorka.

 

Sunnudagin 25. juni klokkan 10.15 spæla Føroyar ímóti vertsoynni, Gotlandi. Mánakvøldið 26. juni klokkan 19.15 spæla Føroyar ímóit Saareema, og týsdagin 27. juni klokkan 15.30 spæla Føroyar ímóti Minorka. 

 

Hósdagin 28. juni og fríggjadagin 29. juni verða plasseringsdystir á skránni.

 

Í sendingini SportBoxin á Rás2 í morgin klokkan 10 vitjar umboð fyri kurvabóltslandsliðið í Rásarúminum til eitt prát um oyggjaleikirnar, sum nú eru fyri framman. 

 

Hópurin, sum fer til Gotlands, sær soleiðis út:

 

Leikarar

Magnus Jakobsen

Janus Jakobsen

Bjarni Werner Zachariasen

Fríði í Geil Jensen

Bergur Gregersen

Sjúrður Sivertsen

David Arge Galàn

Ragnar Jacobsen

Steen Rói Lorenzen

Hallur Joensen

Bastian Heinason Zachariassen

Rainer Latupeirissa

 

Venjarar

Pól Jakobsen

John Norðbúð Thomsen

 

Hjálpar-/mediafólk

Kenneth á Argjaboða